Her finnur tú praktiska kunning um Padelmiðstøðina — bóking, útgerð, reglur og annað, sum er gott at vita, áðrenn tú kemur.
Um Padelmiðstøðina
Padelmiðstøðin er størsta padelmiðstøð í Føroyum — fimm vøllir, State Café og State Lounge, alt á einum stað á Hjalla í Hoyvík.
Endamálið hjá okkum er at geva øllum — bæði byrjarum og royndum spælarum — eina góða uppliving. Tú kanst leiga útgerð á staðnum, og starvsfólkið hjálpir tær fegin í gongd.

Praktisk kunning
Nakað av tí, sum er gott at vita, áðrenn tú kemur at spæla:
- Bóking: Vøllirnir verða bókaðir frammanundan — bóka her á síðuni.
- Útgerð: Padel kettjarir og bóltar kunnu leigast í móttøkuni.
- Skógvar: Nýt innandura ítróttarskógvar við ljósum sóla.
- Skiftingarrúm: Skiftingarrúm við brúsum eru til taks fyri bæði kvinnur og menn.
Spurningar?
Hevur tú spurningar, so set teg í samband við okkum á info@padelm.fo ella ring til 55 22 22.